Her er yvirlit yvir starvsfólkaútreiðslur útfrá roknskapunum hjá feløgunum í 2023.
KÍ hevði 15 milliónir í starvsfólkaútreiðslum, sum er nógv tað mesta, sum nakað felag nakrantíð hevur havt. Hetta skal síggjast í samnahangi av, at KÍ eisini hevði eina inntøku, sum er nógv tann størsta nakrantíð hjá einum føroyskum felag (40,4 mió). Sí grein um tað aðrastaðni á síðuni. Hjá flestu feløgunum hava leikarar og venjarar eina bonusskipan, har inntøkurnar t.d. vaksa, um liðið spælir seg til meir inntøkur.
Vit síggja at í topp 5 liggur Víkingur lægst hóast liðið endaði nr. 2. Og í botn 5 síggja vit, at B68 hevði nógv hægri starvsfólkaútreiðslur enn inni fýra feløgini. Í 1.deild síggja vit, at NSÍ lá á sama stigi sum botn 5 feløgini í Betri Deildini, meðan Skála og B71 lógu nakað lægri. FC Suðuroy er einasta felag frá 2.deild í yvirlitinum og FC Suðuroy hevði eisini lægstu starvsfólkaútreiðslurnar. Bara nøkur av feløgunum hava upplýst leikaralønir fyri seg. Sí yvirlit niðanfyri.